Í Føroyum eru ongar kanningar gjørdar av, hvussu nógvan mat húsarhaldini koyra burtur. Húsarhaldsruskið verður ikki skilt sundur í matvørur og annað burturkast. Men tølini vísa, at hvørja viku savnar Brennistøðin á Hjalla góð 90 tons av húsarhaldsruski í Tórshavnar kommunu, og hjá IRF er talan um eini 139 tons av húsarhaldsruski um vikuna.
Í Danmark eru stórar kanningar gjørdar av matoyðsli. Har vísa tølini, at hvørt ár koyra donsku húsarhaldini burtur 260 tons av mati, sum kundi verið etin. Hjá IRF siga tey, at vit í Føroyum ikki eru aftan fyri danir á hesum økinum, og at vit lutfalsliga koyra minst líka nógvan mat vekk, sum tey gera aðra staðni.
Matoyðslið kostar húsarhaldunum í Danmark 13,5 milliardir krónur um árið. Talan er um 20 prosent av samlaðu útreiðslunum hjá dønum til mat. Hvørja viku fer matur, sum er etandi, burtur fyri 225 milliónir krónur.
Tøl hjá stovninum Landbúnaður og Matvørur vísa, at eitt húsarhald á fýra fólk koyrir 57 kilo av mati burtur um árið.
Nógv tann mesti maturin, sum verður koyrdur burtur, er døgurðarestir. Sambært tølunum hjá Landbúnaði og Matvørum koyra 21 prosent av donsku húsarhaldunum døgurðarestir burtur minst tríggjar til fýra ferðir um vikuna.
Innistovugarður á Skælingi leggur seg eftir at gagnnýta so nógv, sum til ber, frá slaktinum um heystið. Men vantandi áhugi fyri føroyskum mati og herd krøv frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hava við sær, at tey kortini verða noydd at koyra nógvan mat burtur á hvørjum ári.
– Fólk eru blivin so kræsin í dag, og nógv eru ikki von við føroyskan mat. Pitsa, lasanja og burgarar hava yvirhálað føroyska matin. Og krøvini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um, at flettingarrúmið skal vera løggilt, hava eisini lagt fót fyri nógv, siga Dinna og Durita Svarthamar á Innistovugarðinum á Skælingi.
– Tað fer alt ov nógvur matur burtur, siga Dinna og Durita, sum ikki ivast í, at sloppið hevði verið undan at burturbeint so nógvan mat, um tað hevði borið til at selt hann í handlunum.
Gunnhild Dahl Niclasen hevur lisið humanøkologi, og hon heldur, at politiskt skal nógv meir gerast á økinum, tí dálking og ovurnýtsla krevja, at stór politsik stig verða tikin. Sum einstaklingar eru vit ørkymlaði yvir støðuna og ynskja at broyting, men samstundis eru fólk troytt av, at øll ábyrgdin verður løgd á tey. Tí mugu politikarar vakna og raðfesta umhvørvið.
– Vit framleiða ov nógv, nýta ov nógv týningarevni og nýta nógva orku til flutning og at brenna tað, ið síðani verður burturbeint. Fólk eru meir og meir varug við hendan risa stóra trupulleikan og eru áhugaði í øðrum møguleikum, sigur Gunnhild Dahl Niclasen.










