Matligheit skal valdast

Ein hundur í Manchester mátti leggjast undir skurð, tí hann hevði etið ikki færri enn 28 golf-bóltar

Sjefarahundurin Libby sleppur ofta til arbeiðis við eigara sínum, sum arbeiðir á einari golfbreyt.
               Hundurin hevði fingið sær ta uppgávu at savna saman bóltar, sum lógu og rókust nær og fjar á vøllinum.
               Tá hundurin fór at spýggja blóð, mátti eigarin til læknan við honum. Tað var ikki neyðugt hjá læknanum at koyra hundin í røntguna, tí hann hoyrdi bóltarnar skvambla í búkinum.
               Hundaeigarin tók hetta ikki so tungt og hevur nú keypt hundinum einar tveir fótbóltar at spæla sær við í staðin.
               Teir 28 bóltarnir verða nú goymdir sum eitt minni um, hvat kann henda, tá tú ikki kennir magamál.
Kelda: BBC Online