Undir HM finaluni í 2006 millum Frakland og Italia, sum varð leikt í Berlin í Týsklandi, hendi ein umstrídd hending um miðjan seinna hálvleik av dystinum. Stóra franska stjørnan, Zinedine Zidane, misti tá fullkomiliga høvdið og stútaði italska verjuleikaran, Marco Materazzi umkoll. Dómarin, sum ikki sá hendingina, fekk hjálp frá hjálpardómaranum, sum samdust um at tveita Zinedine Zidane út við beinleiðis reyðum korti.
Hetta gav Italia stóran fyrimun seinasta partin av dystinum, og endin varð eisini at Italia í 2006 vann heimsmeistaraheitið í fótbólti.
Í dag hevur Marco Materazzi so lagt mynd á sínar sosialu miðlar, har hann vísir fram eina nýggja mynd sum hann hevur fingið sær í heim sítt. Myndin er av støðuni, tá Zidane stútar Materazzi í sjálvan búkin. Omanfyri ber til at síggja mynd av tí sum Materazzi hevur fingið sær í heim sítt.
Sjálv hendingin kann síggjast her umvegis youtube.










