Manchester United vann í kvøld 2-1 á týska Wolfsburg í øðrum umfari í Champions League bólkaspælinum.
Í báðum førunum var spanski bóltsnillingurin Juan Mata íblandaður. Hann skoraði tað fyrra og legði hegnilsiga upp til tað seinna.
Fyri Manchester United hevði tað stóran týdning at vinna, tí liðið tapti fyrsta dystin í bólkaspælinum. Tó skal sigast, at Wolfsburg bjóðaði av móti endanum, men tað var ov lítið.
Aðrastaðni skoraði Cristiano Ronaldo sítt mál nummar 500.
Bólkur A:
Favorittarnir úr Real Madrid og Paris Saint-Germain vunnu á útivølli móti ávikavist Malmø og Shakhtar Donetsk. Cristiano Ronaldo skoraði bæði fyri Real Madrid í 2-0 sigrinum í Malmø. Hann hevur nú skotið 501 mál í 753 dystum sum yrkisspælari.
Bólkur B:
Manchester United er nú við aftur, eftir 2-1 sigurin á Wolfsburg. Í Moskva var CSKA á odda heili 3-0, men tað endaði við 3-2 sigri á PSV, sum annars vann á Manchester United í fyrsta umfari.
Bólkur C:
Benfica er oddalið, eftir ein flottan 2-1 sigur á Atletico Madrid. Fc Astana úr Kasakstan skrivaði søgu, tá teir spældu 2-2 móti turkiska Galatasaray. Tað er fyrsta stigið, sum eitt lið úr KAsakstan hevur fingið í Champions League bólkaspælinum.
Bólkur D:
Manchester City var aftur í trupulleikum, men megnaði at vinna í evstu løtu. Juventus greiddi sína skyldu í Torino móti Sevilla.
Champions League - bólkaspæl:
Bólkur A:
Malmø - Real Madrid 0-2
Shakhtar Donetsk - Paris Saint Germain 0-3
Støðan:
1. Real Madrid 6
2. Paris Saint Germain 6
3. Malmø FF 0
4. Shakhtar Donetsk 0
Bólkur B:
CSKA Moskva - PSV Eindhoven 3-2
Manchester United - Wolfsburg 2-1
Støðan:
1. PSV Eindhoven 3
2. CSKA Moskva 3
2. Manchester United 3
4. Wolfsburg 3
Bólkur C:
FC Astana - Galatasaray 2-2
Atletico Madrid - Benfica 1-2
Støðan:
1. Benfica 6
2. Atletico Madrid 3
3. FC Astana 1
3. Galatasaray 1
Bólkur D:
Borussia Moenchengladbach - Manchester City 1-2
Juventus - Sevilla 2-0
Støðan:
1. Juventus 6
2. Sevilla 3
3. Manchester City 3
4. Borussia Moenchengladbach 0