Á heysti í 2013 tók Setrið stig til at bjóða út fullttíðarlestur í løgfrøði á masterstigi. Pláss er fyri 40 lesandi í senn.
– Ætlanin er næstu ferð at taka upp umleið 15 lesandi at byrja lestur mánaðarskiftið august/september í 2015, sigur Fróðaskaparsetrið í lýsing í Sosialinum um vikuskiftið.
Tey sum ætla sær at lesa lóg á Setrinum skulu frammanundan hava bachelor ella samsvarandi (180 ECTS), umframt nóg mikið av løgfrøði sum part av útbúgving ella royndum. Freistin at søkja um upptøku til MA í Løgfrøði er 1. juli í ár.
– Tørvur er á løgfrøðingum við innliti í føroysk viðurskifti og altjóða háttaløg. Løgfrøði er fyrimunur í almennari fyrisiting, vinnuvirkjum, felagsskapum og tílíkum stovnum. Serliga størv sum dómarar og advokatar krevja bæði bachelor og master í løgfrøði, stendur í lýsingini.
Endamálið við útbúgvingini er at geva tí lesandi førleikar á høgum stigi í løgfrøði. Tey útbúnu skulu fata og kunna greina lóg og løgfrøði við atliti at røð av løgfrøðiligum evnum, umframt lógkønari útgávu og lóg hjá smáum løgdømum í samveldisstøðu.
Útbúgvin, sum frammanundan ikki hava bachelorútbúgving í lóg, kunna taka við størvum í almennari og privatari fyrisiting, har kravið er løgfrøði ella samsvarandi hægri útbúgving.
Útbúgvin, sum frammanundan hava bachelorútbúgving í lóg, kunna virka sum advokatar og dómarar.
Løgfrøðingar við hesi útbúgving hava førleika at fara undir triðju ringrás (doktorsnám) í lóg ella samsvarandi, skrivar Fróðskaparsetrið í lýsingini.