Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, segði við Dag og Viku í kvøld, at fýra av maskinunum hjá Landsverki noyddust at gevast við kavaruddingini, tí teknisk brek gjørdu um seg.
Tað eydnaðist tó at ruddað kavan flestu staðni, og eitt nú kom væl við, at Landsverk kundi læna ein kavablásara frá flogvøllinum.
Men stjórin hjá Landsverki viðgekk tó, at maskinparkin hjá stovninum er um at vera nakað slitin.
- Talan var um nógvan og tungan kava, og hetta gjørdist ov nógv hjá maskinunum, segði Ewald Kjølbro, sum tó ikki vildi staðfesta, at hetta ikki hevði hent, um talan var um nýggjar maskinur.
Keyp av nýggjum maskinum skal takast av rakstrarjáttanini hjá Landsverki. Játtanin til viðlíkahald av vegakervinum er tó nógv skorin seinnu árini, og tí dugdi Ewald Kjølbro ikki at siga, um stovnurin megnar at endurnýggja maskinparkina.