Maskinmeistararnir á Teistanum klárir


 

Sandoyarferja


Nú er ein av forðingunum, sum hevur gjørt, at nýggja Standoyarferjan ikki sleppur í sigling, beind av vegnum.

Tað hendi, tá ið Fíggjarmálastýrið og Maskinmeistarafelagið leygarkvøldið gjørdu semju um nýggja strandfaraskipið Teistan.

Partarnir eru samdir um at Tiestin kemur í sama bólk sum Dúgvan og Ternan.

Men harumframt fáa maskinmeistarnir fáa eina viðbót upp á 300 krónur um mánaðin.

Somuleiðis hava partarnir avtalað, at tá ið næstu ferð, sáttmálasamráðingar verða, skulu broytingar gerast í øðrum lønarflokkum.

Nú er so eftir at gera greiða ósemjuna við Skipara- og Navigatørfelagið, tí ikki, fyrrenn tann ósemjan er greitt, sleppur Teistin í sigling.