Maskinmeistararnir fingu eisini lønarhækkan

Semja við MaskinmeistarafelagiðÍ farnu viku gjørdu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið semju um nýggjan sáttmála galdandi frá 1. juni 2016 til 31. mai 2018.

 

Semjan hevur við sær eina lønarhækking á 2,2 % 1. juni í ár og 2,3 % 1. juni 2017, umframt aðrar tillagingar í sáttmálanum. Semjan er sostatt á sama støði, sum semjan við arbeiðarafeløgini, sum varð gjørd fyrst í mai.