Mary kostaði hálvafjórðu millión

Rokningin, fyri at hava danska krúnprinsaparið á vitjan, er nú blivin almannakunngjørd í Australia. Nærum hálv fjórða millión kr, av australskum skattapengum vórðu nýttir

Sambært avísini »Australian« er stóra frøðin um at hava Mary og Frederik á vitjan, nú vend til øði hjá møngum australiarum. Tað er nevniliga komið fram, at vitjanin kostaði ikki færri enn 3.436.000 krónur. Og tað er ov mikið ? serliga fyri australsku kvinnurnar.

Øvundsjúkar kvinnur
Tað, at ljós nú er kastað á royalu nýtsluna, er serliga orsakað av, at australskar kvinnur, sum fyrr í ár gleddust um heimvendu prinsessuna, nú øsa seg um luksuslívið hjá landssystrini. Og tær eru illar um, at rokningin áljóðandi knappa hálvafjórðu millión krónur, verður send til teirra.
Blaðið »Australian« vísir á, at upphæddin, ið var løgd á borðið fyri vitjanina hjá Charles prinsi var tríggjar ferðir so høg, men eingin hevur tikið ta upphæddina upp á tungu. Blaðið vísir sostatt á, at hóast danska prinsaparið var ein dýrur gestur, so kundu tey verið nógvar ferðir verri.
Millum tungu útreiðslurnar fyri donsku vitjanina, ið australiarar hava goldið umvegis skattapeningin, vóru m.a. tveir serfrøðingar, ið skuldu læra australiarar, hvussu man tekur ímóti kongaligum gestum úr Evropa.
Eisini skuldu hesir sefrøðingar syrgja fyri, at ongar ljótar søgur um fortíð Mary sóu dagsins ljós.
Yvir 600.000 kr vóru nýttar til champagnu, donsk fløgg og annað luksus, í sambandi við fínu vitjanina, og knappar 300.000 kr vóru nýttar til eina móttøku, har jet-settið í australia kundu hitta parið.
Men australiarar eru ikki einsamallir um at gjalda vitjanina. Danskir skattgjaldarar fáa nevniliga eisini ein stóran part av rokningini. M.a. knappar 210.000 kr bert í hotellrokningum.
Vónandi verður vitjanin ikki eins dýr fyri palleba, sum hon varð fyri australiarar. Við okkara strammu fíggjarætlan verða vit ikki bótafør, um ikki skatturin verður hækkðaur munandi, so vit megna at gjalda fyri royalu luksusvanarnar.





Myndatekstur: Krúnprinsessan er ein dýrur gestur at hava á vitjan, tað hava australiarar sannað, nú rokningin fyri krúnprinsavitjanina har er almannakunngjørd. Rokningin er áljóðandi hálvafjórðu millión av skattapengungunum