Martin Tausen verður høvuðsvenjari hjá Betri kvinnuliðinum hjá 07 Vestur fyri kappingarárið 2023. Tað boðar felagið frá í kvøld.
- Martin Tausen hevur drúgvar royndir á besta liðinum hjá 07 Vestur, har hann eitt tíðarskeið eisini var liðskipari. 07 Vestur fegnast um at fáa Martin sum venjara hjá okkara Betri kvinnuliðið, sum skal byggja víðari uppá ta menning sum liðið hevur havt í 2022, skrivar felagið.
07 Vestur hevur á triðja ári lið í bestu kvinnudeildini. Hetta var eitt stórt fet fyri felagið, men tað hevur eydnast væl eftir førimuni. 07 Vestur var eisini fyrsta felagið at koma við brasilskum íkasti til kvinnudeildina. Tað hevur vundið upp á seg.