Í sambandi við at Martin Magnussen og Werner Petersen, sum hava starvast hjá Landsverkfrøðinginum, høvdu sín seinasta arbeiðsdag fríggjadagin 27. februar, var skipað fyri eini hugnaligari móttøku í kantinuni hjá Landsverkfrøðinginum á Lambareiði hendan dagin.
Eini 30 fólk komu saman at siga teimum báðum farvæl og takka fyri góða
samstarvið øll hesi mongu árini. Umframt samstarvsfelagarnar á Lambareiði vóru Oyvindur Brimnes, stjóri, Óli M. Petersen, leiðari á framleiðsludeildini, Jólsvein Joensen, rakstrarverkfrøðingur á framleiðsludeildini og Súsanna Mc.Birnie undir Leitinum, kunningarfólk við úr Havn. Borðreitt var við smyrjibreyði og einum drekkamunni aftur við.
Umframt stjóran, Oyvind Brimnes, helt eisini leiðarin á framleiðsludeildini hjá LV í Havn, Óli M. Petersen, eina talu fyri teimum báðum. Økisleiðarin í Eysturoynni, Árni Jacobsen nýtti eisini høvi at takka teimum fyri tíðina, og Jólsvein Joensen segði nøkur orð á vegnum, tá ið hann handaði teimum blómur frá stovninum.
Martin Magnussen er føddur í 1934. Tá ið landið í 1964 yvirtók umsitingina av vegunum, var Niels Pauli Hansen settur sum økisleiðari (vegaumsjónarmaður) fyri Eysturoynna, og Martin var settur í starv hjá Niels Paula 1. mars 1964.
Fyrstu árini koyrdi hann maskinur og var við til at byggja knúsiverkið á Lambareiði, sum byrjaði at knúsa grót í 1965. Hetta verkið var bygt til at framleiða tilfar til viðlíkahald av vegakervinum og til asfalteringar av hesum, sum byrjaðu tá.
Fyrsta asfalteringin í Eysturoynni var frá Skipanesi og inn eftir í september 1966. Í 1968 var Martin alment settur sum formaður á Skervverkinum á Lambareiði, og tá vóru 23 mans á verkinum.
Werner Petersen er føddur í Rituvík í 1932. Hann byrjaði at arbeiða hjá Landsverkfrøðinginum 2. februar, 1985. Hann var fyrst í smiðjuni á Lambareiði og síðan á skervverkinum frá 1987-1992, har hann hevði ábyrgdina av viðlíkahaldinum. Frá 1993-2002 røkti hann skervverkið frá smiðjuni á Lambareiði og fram til í dag, hevur hann verið í viðlíkahaldinum og rikið verkið uppi á Hústoft.