Martin leiða songløtuna á G!

Martin Joensen skal leiða stóru songløtuna, sum verður á G! aftur í ár. - Sangløtan var ótrúliga væl eydnað í fjør, og fólk hava spurt nógv um hon verður aftur í ár, sigur Jón Tyril, talsmaður fyri G! Festivalin.

 

- Vit vænta okkum tí eina sanglötu av tí heilt serliga og hugnaliga og góða slagnum, sum tekur støði í bak-kataloginum hjá einum av okkara allar bestu.

 

Ì fjør stjørnaði Eivør stóra kórinum, og ikki kann sigast annað, enn at G! hevur í ár funnið ein virðiligan avloysara.