Í uppskotinum til at velja Martin Kúrberg sum Ársins føroying 2019 stóð, at:
– Martin tekur sær av teimum, sum eru komin á eitt skeivt spor, sum samfelagið átti at hjálpt, men ikki hjálpir. Martin ofrar sítt lív fyri hesum bólkinum og hevur uppborið ein heiður fyri sítt arbeiði. Harafturat tekur hann ábyrgd, tá samfelagið ikki ger tað. Martin hjálpir kroystum avvarðandi, sum ikki vita, hvat tey skulu gera, tá tey hava ein, sum treingir til hjálp.
– Tað sló meg hart, tá eg fekk boðini um heiðurin, tí samstundis sum boðini vóru øgiliga rørandi, merkti eg ein øgiligan sakn eftir foreldrunum og dóttur mínari. Tey høvdu verið ómetaliga stolt av mær ein sovorðnan dag, sigur Martin Kúrberg, sum er heiðraður sum Ársins Føroyingur 2019.
Lesið samrøðu við Ársins Føroying 2019, Martin Kúrberg, í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið í kvøld.
Sosialurin kann eisini keypast í talgildari útgávu á sos.fo