Martin Kúrberg: – Børnini lakka ikki paradís meira

– Tað er 1-0 til brotsmennirnar, ið hava til arbeiði at forderva okkara ungdóm, sigur Martin Kúrberg

– Børnini lakka ikki paradís meira.

Hetta sigur Martin Kúrberg, sum á facebooksíðu sínari hevur givið sína meining til kennar um aktuella kjakið um rúsevni.

Tað kemur ikki óvart á leiðaran í Herberginum og á Frælsinum, at rúsevni, sum síggja út sum gummibamsur, eru í umferð í Føroyum fyri tíðina.

– Halló, hvat skulu vit vænta? Vit hava jú givið loyvi til, alkoholdrykkir við alskyns bommsmakkum í eru gjørdir til at freista ung við vinningi fyri eyga, sigur Martin Kúrberg, sum hevur arbeitt við at hjálpa fólki burturúr misnýtslu í fleiri ár.

– Nú eru stoffini eisini á veg, og tey eru gjørd til at freista ung. Hvør kann vera bangin fyri at eta eina gummibamsu? Hesin marknaðurin við alkohol og stoffum í bommformi er ikki gjørdur til vaksin fólk, men fer beinleiðis eftir okkara ungu, sigur hann.

Hann leggur dent á, at rúsevnismisnýtsla kann raka øll og allar familjur, hóast tey flestu hugsa, at hetta bara er nakað, sum rakar onnur.

Kúrberg heldur, at vit eiga at gera okkurt fyri at venda gongdini.

– Hví seta vit í Føroyum autoverju upp, tá ið bilur er farin útav, hóast vit vistu, at vegastrekkið var vandamikið? spyr hann retoriskt.

Martin Kúrberg sigur, at útlendskir bakmenn eru uppíblandaðir føroyska rúsevnismarknaðin, har teir royna at freista føroysk ung.

– Vit tosa til tann dagin onkur doyr og so koyra teir víðari kalt og kyniskt við vinningi fyri eyga, sigur hann.

Martin Kúrberg hevur eina áheitan til allar føroyingar:

– Lat okkum standa saman í hvørjari bygd og hava áhuga og umsorgan fyri hvørjum øðrum. Og tá ið tað kemur til stoffir og annað, ið er til skaða fyri onnur, er ein máti at lata vera við at tosa, men handla næstanum og sær sjálvum at gagni, sigur Martin Kúrberg, sum vónar, at myndugleikarnir seta tiltøk í verk.

– Til myndugleikarnar - blandið kortini av nýggjum. Tað er 1-0 til brotsmennirnar, ið hava til arbeiði at forderva okkara ungdóm.