Í annaðkvøld kl. 19.00 verður ein ógvuliga fjøltáttað konsert í Fuglafjarðar Kirkju Martin Joensen er gestasangari á jólakonsertini í Fuglafjarðar kirkju leygardagin 13. desember kl. 19.00. Eisini verður eitt valalið av fuglfirðingum, sum syngja og spæla.
Á konsertini eru hesi við: Martin Joensen, gestasangari, Fuglafjarðar Hornorkestur, Teir 8, Blandaða Kórið, Manskórið í Thabor, Lonakórið og Sangbólkur í missiónshúsinum. Solistar: Niels Midjord, Peter J. Eliasen, Hannis Hansen, Helgi Midjord, Bárður á Lakjuni, Lív Næs, Dina Larsen og Rúni Hentze.
Í steðginum verður andakt við Una Næs, presti. Eisini verður høvi at fáa ein drekkamunn í kirkjukjallaranum. (Fuglafjarðar Kirkja)