Martin E. Hansen 80 ár.

Í dag 8. januar verður Martin E. Hansen í Fuglafirði 80 ár.

Sum 16 ára gamal fór Martin í læru sum timburmaður hjá Kristian hjá Benadikt í Fuglafirði. Hetta var undir krígnum, og lítið byggitilfar fekst til vega. Hetta gjørdi, at lítið varð av timburarbeiði og tí varð nógv málaraarbeiði gjørt tey fyrstu árini. Martin hevur dámað sera væl handverkið, og hevur alt sítt arbeiðslív verið innan hetta yrki.

Guds orð hevur ligið Martini tætt at hjarta. Tann strævni gerandisdagurin hevur ikki køvt áhugan fyri orði Guds og áhugan fyri at kunngera evangeliið. Serliga tey seinnu árini er nógv tíð farin til lesnað, og áhugavert er at samskifta við Martin um ymisk andalig viðurskifti, har hugsjónirnar ikki altíð verða tillagaðar rákinum, ið er frammi í dag. Hetta ger mangan, at ljósið verður varpað á avbjóðingar, ið nógv onnur ikki gáa um.

Hóast aldurin er vorðin høgur, so er áhugin fyri viðurskiftunum kring okkum framvegis stórur. Hetta er bæði galdandi fyri viðurskifti heima á klettunum og heilt til viðurskiftini í Miðeystri, ið mangan verða umtalað í ljósinum av tí profetiska Orðinum.

Martin hevur altíð havt stóran áhuga fyri kríatúrum og náttúruni, og nú, tá røktingararbeiðið ikki kann gerast longur, koma teir dagligu morguntúrarnir á asfaltinum væl við. Hæddarpunktið á túrinum er at sita undir opnum himli úti á Breiðá, lítandi út á Pollin og norð ígjøgnum Djúpini, við heimbygdini innari. Hetta stórbæra umhvørvi, ið er Martini so kent - sum røktingarmaður á Rustini, frá torvskurði í Góðadali og á floti í fjørðinum. Her, ið hann hevur búleikast øll síni ár, kann hann í dag sita og gleðast um eitt lív, sum bæði hevur havt viðgongd og mótgongd, men har hansara klettafasta trúgv, hevur roynst eins og fjøllini um bygdina, sum lívd og skjól, eins og hansara góði vinur, ið fyri nøkrum døgum síðani legði árarnar inn, yrkti :

Tey fjøll umkring mítt heimaból,
Tá ódn seg hevur hvest,
Øll hava roynst sum lívd og skjól
Og vart mítt heim sum best.

Sami yrkjarin sigur eisini, at sjálvt um lágur landnyrðingur kann leika hart á, so er hinvegin vakurt at skoða lágan landnyrðing tá "tó stormandi, mest eingin ætt, er har, sum fólk mítt býr." At skoða norð ígjøgnum Djúpini á lágum landnyrðingi kann verða øgiligt, men inni í bygdini har "fólk mítt býr" er stilli. Í øllum gerandisligum baksi, hevur Martin, eins og flest onnur, upplivað bæði stormandi lágan landnyrðing og stilli, men gott er at vita á kvøldi lívsins, at vit brátt skulu verða heima har "fólk mítt býr", hvar altíð er stilli .