29-ára gamli Havnarmaðurin Martin Berg gjørdist fyri løtu síðani íslendskur meistari í inniróðri. Hann róði í bólkinum tungvekt, og kappaðist á 2000 metrum. Martin Berg kom á mál við tíðini 6.08.5. Hetta er samstundis íslendskt met. Orsakað av, at Martin Berg hevur íslendskar røtur, verður metið skrásett.
Tað er eingin loyna, at føroyskir innirógvarar hava heilt serlig evnir. Í fleiri ár hava føroyskir innirógvarar staðið seg framúr í altjóða høpi - millum onnur kunnu Sverri Sandberg Nielsen, Rannvá Lava, Anny Davidsen, Torstein Petersen og Bjørt á Tórgarði nevnast sum úrmælingar, ið hava staðið seg væl í altjóða og norðurlendskum kappingum. Í dag róði Martin Berg seg eisini millum úrmælingarnar.
Martin Berg er eisini føroyameistari á sama teini. Til ta kappingina róði hann teir 2000 metrarnar á 6.11.12. Hesuferð tók hann heili trý sekund av teirri tíðini, og róði sostatt 6.08.5. Martin Berg luttók eisini í 500m sprint. Hann gjørdist nr.2 við tíðini 1.19.8.
in.fo ynskir Martin Berg hjartaliga tillukku við íslendska meistaraheitinum og metinum.










