Føroyski granskarin, David Arge Klevang Pedersen frá DTU Space, stóð á odda fyri menningini av myndatólinum, sum nú leitar eftir lívi á Mars.
Nú fer hann at halda almennan fyrilestur í Kongshøll í Havn um sítt slóðbrótandi arbeiði við rúmdartøkni. Maðurin hevur av álvara verið í miðdeplinum í alheims miðlum, síðan NASA setti Perseverance Rover á Mars.
Saman við Føroya Tele skipar Fróðskaparsetrið fyri almennum tiltaki um rúmdartøkni hin 7. apríl klokkan 16, og tiltakið verður í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn. Vegna koronuleiðreglurnar er neyðugt at melda seg til tiltakið.
- David Arge Klevang Pedersen fer hendan dagin at halda fyrilestur um sítt slóðbrótandi arbeiði undir heitinum, "PIXL onboard Perseverance - Searching for past life on Mars". Hann fer at røða um PIXL-myndatólið, sum filmar á Mars, og sum hann er við til at stýra av jørðini.
Fróðskaparsetrið sigur í tíðindaskrivi, at myndatólið er eitt lyklatól á akfarinum hjá NASA, Perseverance Rover, ið nú leitar eftir lívi, sum kanska einaferð var á reyðu gongustjørnini.
##med2##
David Arge Klevang Pedersen tók ph.d.-prógv í 2016 við ritgerð síni, "High Accuracy Tracking of Space Borne Non-Cooperative Targets", og hann hevur eisini arbeitt saman við NASA í sambandi við rúmdarfarið Juno, sum varð sent til Jupiter.
- Fyrilesturin hjá Davidi verður hildin á enskum, men spurningar og svar eru á føroyskum, leggja tey á Fróðskaparsetrinum aftrat.