Seinastu árini hevur Lyon annars sitið tungt á gullheiðursmerkinum í Fraklandi. Teir vunnu fronksu landskappingina 7 ára rað, frá 2001 til 2008. Í fjør eydnaðist tað Bordeaux at bróta sigursrøðina hjá Lyon. Í ár gjørdist tað so Marseille, ið vann Ligue 1, sum tann franska landskappingin eitur.
Seinast Marseille vann fronsku Ligue 1 var í 1992. Árið eftir vunnu teir Champions League við at vinna 1-0 á AC Milan. Málið skoraði verjuleikarin Basile Boli, men síðani gekk niður eftir bakka. Táverandi forsetin í felagnum, Bernard Tapie, var í 1994 funnin sekur í mutri. Marseille varð tvangsniðurfultt og felagið fekk forboð at luttaka í Champions League árið eftir.
Tað tók nógv ár hjá felagnum at koma fyri seg, men móti endanum av 90?inum byrjaði tað at ganga rætta vegin. Marseille hevur verið nær við onkrar ferðir at vunnið meistaraheiti, men ikki fyrr enn í kvøld eydnaðist tað.
Hetta er 9. meistaraheitið hjá Marseille. Venjari er Didier Deschamps, ið eisini var liðskipari, tá Marseille í 1993, sum tað einasta franska liðið nakrantíð, vann Champions League.
Meistarnir frá í fjør, Bordeaux, liggja á 6. Plássi, meðan Lyon liggur nummar fýra. Teir hava spælt ein dystin minni og hava goðar møguleikar fyri at enda nummar tvey.