Ralph Nader hevur stillað upp til fleiri forsetaval, og í 2000 var hann beinleiðis orsøkin til, at demokratarnir taptu valið. Ta ferðina fekk Nader 97.000 atkvøður í Florida, og tað gjørdi, at Al Gore tapti valið í Florida og forsetavalið.
Í 2004 stillaði Raplp Nader uppaftur, men ta ferðina fekk hann onga ávirkan á tað endaliga úrslitið. Men tað kann hann fáa í heyst.
-Eg minnist, tá hann stillaði upp seinast. Tað var ikki gott fyri nakran og serliga ikki fyri land okkara, segði Hillary Clinton í nátt. Hon vísti á, at Ralph Nader leggur dent á, at hann er ein "grønur" politikari, og so var hann beinleiðis orsøkin til, at USA ikki fekk sín grønasta forseta nakrantíð, tá Al Gore tapti ímóti George W. Bush í 2000.
Barrack Obama hevur eisini gjørt greitt, at hann er alt annað enn fegin um avgerðina hjá Ralph Nader at stilla upp.
-Fyri átta árum síðani segði hann, at tað var eingin munur á Gore og Bush. Nú átta ár seinni munnu øll hava skilt, at hann ánaði ikki, hvat hann tosaði um, segði Obama við CNN í nátt.
Fegnir republikanar
Sjálvur vísir Ralph Nader atfinningunum aftur. Hann heldur, at demokratarnir eiga at vinna forsetavalið í ár, sama um hann stillar upp ella ikki.
-Vinna demokratarnir ikki stórsigur í ár, kunnu teir stinga í sekkin og byrja av nýggjum, sigur hann.
Í republikanska flokkinum hava tey avgjørt einki ímóti, at Ralph Nader stillar upp.
-Eg haldi, at hann kann taka nakrar atkvøður frá demokratunum, so hann er sjálvandi vælkomin á pallin, sigur Mike Huckabee, sum framvegis dystast við John McCain um uppstillingina hjá republikanarunum.










