Walking Under Stars er heitið á nýggja lagnum, sum Marni Kruse júst hevur slept.
Marni Kruse er av Oyrarbakka og er 23 ára gamal. Hann byrjaði við at spæla á kaffistovum og barrum, millum annað saman við Ester Kristiansen, sum eisini er úr Sundalagnum. Fyri tveimum árum síðani kom fyrsta lag hansara She's Beautiful og í fjør kom fyrsta fløgan, sum bar heitið Searching for Something I'm Looking For.
Nýggja lagið, Walking Under Stars, er innspælt í Ranum Studios í Keypmannahavn, meðan Marie Holmstrand Christensen hevur gjørt videoupptøkurnar. Sjálvur býr Marni Kruse í løtuni í Tromsø í Noregi.
Marni Kruse fer aftur í summar at gera um seg á tónleikapallum kring landið. Fyrsta framførslan verður á bátastevnuni í Hvalvík seinni í mánaðinum og síðani vera fleiri konsertir fyrstu vikurnar í juni. Seinni helvt av juni fer Marni Kruse at undirhalda umborð á Norrønu, áðrenn hann rundar summarið av við tveimum konsertum í Danmark.










