Marner Djurhuus og Valborg Heinesen vunnu opnu bólkarnar hjá kvinnum og monnum í fimta umfari í Summar Grand Prix, sum Bragdið stóð fyri saman við FÍF. Runnið varð á Fjarðastevnu í Vestmanna í gjár. Umleið 30 vaksin og 25 børn luttóku í fimta umfari í Summar Grand Prix, skrivar Frælsur ítróttur Føroya á heimasíðu felagsins.
Teinurin, ið runnin varð, var 3,75 km. Marner kom á mál við tiðini 12.19, og Valborg Heinesen brúkti 13.55 min at renna teir 3,75 kilometrarnar.
Skráin fyri Summar Grand Prix og aðrar rennikappingar er hendan:
12.07 GP-6 Vestanstevna
19.07 Fugloyarrenningin
20.07 Fossánesrenningin
22.07 Jatnatøk
27.07 GP-7 Ólavsøkurenningin
02.08 FM Vaksin
03.08 FM Vaksin
Úrslitini og tíðirnar frá fimta umfari í Summar Grand Prix kunnu síggjast á heimasíðuni Frælsur Ítróttur Føroya:
fif.fo/fif/marnar-og-valborg-vunnu-gp-5-a-fjardastevnuni-i-vestmanna-urslit/