Bjarni Djurholm, formaður í Mentanarnevnd Løgtingsins
-------
Hetta er nærum sum déjà vu. Nærkast vit eini endaligari loysn uppá bygging av miðnámsskúla í Tórshavn til Tekniska Skúla, Handilsskúlan og Studentaskúlan, so stinga sjónarmið seg upp, sum órógva tilgongdina, og sum mongu undanfarnu ferðirnar hava orsakað naggatódn og skotið byggingina út í framtíðina.
Hetta skal ikki henda aftur. Tekniski Skúlin, sum hevur bíðað eftir egnum hølum síðani 1934, og sum saman við Studentaskúlanum er fram ímóti niðurdetting, skal nú hava uppiborna politiska raðfesting. Sama er við Handilsskúlanum.
Besta høvið
Tí áliggur tað landsstýrismanninum at fáa byggingina av Marknagilsdeplinum í gongd skjótast. Tað er eingin ivi um, at dyggi meirilutin í Løgtinginum fyri verkætlanini fer at geva landsstýrismanninum besta høvið at finna eina forsvarliga fíggjarliga loysn, so teir tríggir miðnámskúlarnir fáa ta húsarúmd og frálæruumstøður, sum teimum av røttum tilkemur.
So, Marknagilsdepilin er nú ella ongantíð. Latið okkum taka skilagóðu avgerðina, so byrjast kann uppá verkætlanina aftaná árslokið komandi. Tað fer at søma seg fyri politiska myndugleikan.