Føroya Studentaskúli & HF-Skeið tekur fult undir við tí mótmælisskrivi, sum stýrið fyri Tekniska Skúla í Havn hevur sent Føroya Løgtingi tann 3. januar 2012.
Tað sigur Mikkjal Helmsdal, rektari á Føroya Studentaskúla & HF-Skeiði í Hoydølum, í skrivi, sent fjølmiðlunum.
Hann vísir á, at allir flokkar hava sagt seg raðfesta Marknagilsdepilin høgt. Tað stendur tí í skerandi andsøgn til hesar útsagnirnar, at Løgtingið í tveimum stigum seinastu átta mánaðirnar hevur samtykt at útseta Marknagilsdepilin fyrst frá 2014 til 2015, og nú aftur frá 2015 til 2016 samanlagt tvey ár, uttan at samstundis at játta tann meirkostnaðin, ið útsetingin hevur við sær fyri verkætlanina.
Útrokningar hjá Landsverki vísa, at ein útseting av verkætlanini kostar í minsta lagi 13 milliónir krónur fyri hvørt árið, ið hon verður útsett.
- Ein útseting frá 2014 til 2016 uttan hækking av fíggjarkarminum upp á 381 milliónir krónur merkir, at tann nú liðugt projekteraða verkætlanin skal skerjast við í minsta lagi 26 milliónum krónum. Hetta fer at krevja stór inntriv í verkætlanina og fer at minka munandi um dygdina á skúlabygninginum, sum skal vera karmur um miðnámsútbúgvingar hjá meira enn helmingini av øllum ungdómsárgangum í Føroyum komandi hálvu øldina, skrivar Mikkjal Helmsdal, rektari.
Samanborið við líknandi skúlabyggingar í hinum Norðurlondunum er Marknagilsdepilin hvørki stórur ella dýrur, sæð í mun til næmingatalið og útbúgvingarnar, ið skúlin skal hýsa. Hann er projekteraður soleiðis, at fermetrarnir eru sera væl gagnnýttir innan fyri teir karmar, ið verklagslógin frá 2008 ásetir. Hetta er gjørt við at integrera hølisloysnir og skapa mest møguligan fleirfunktionalitet. Hetta ger tað hinvegin munandi trupult at skerja verkætlanina, sum neyðugt er, tá tíðarkarmurin í verklagslógini verður tambaður, uttan at peningur fylgir við fyri meirkostnaðin.
Mikkjal Helmsdal, rektari, heitir tí staðiliga á Løgtingið at venda aftur til upprunaligu raðfestingina av Marknagilsdeplinum í langtíðaríløgukarminum soleiðis, at depilin kann standa liðugur í 2014. Ella í øðrum lagi at játta verkætlanini tann meirkostnaðin, sum útsetingin frá 2014 til 2016 hevur við sær.
- Føroya Studentaskúli & HF-Skeið vil heita á Føroya Løgting um at hava í huga, at meira enn helvtin av Føroya ungdómi fer at at útbúgva seg í Marknagilsdeplinum fleiri áratíggju fram í tíðina. Tað vil tí vera illa umhugsað og ábyrgdarleyst at niðurraðfesta hesa verkætlan og skerja hana, soleiðis at karmarnir frá byrjan av vera ov avmarkaðir til dygdargóða nútíðar og framtíðar miðnámsskúlaundirvísing, skrivar Mikkjal Helmsdal, rektari á Føroya Studentaskúla og HF-Skeiði í Hoydølum.