Skúladepilin í Marknagili eigur at verða fluttur oman í Havnina.
Tað heldur politiska ungmannafelagið hjá Miðflokkinum.
Danjal M. Joensen, formaður í Ung fyri Miðflokkin, sigur, at tað er at gera ungdóminum eina bjarnartænastu at byggja skúladepilin í Marknagili.
Menningin í samfelagnum er so stór, at tað er heilt einfalt ómøguligt at siga, um Marknagilsdepilin er ein framtíðarloysn.
- Tíðin er farin frá Marknagilsdeplinum, tí longu í dag er ikki neyðugt at fara frá húsum fyri at fara undir fyrireikandi og hægri lestur.
- Uppgávan er munandi størri enn at skapa karmar til 1200 næmingar og 300 lærarar við ein ringveg.
- Neyðugt er at skapa sosialar- og mentanarligar karmar, har vit menna eina framkomna býkjarnu, eina framkomna gongugøtu við viðkomandi býrúmum, ein framkomnan lestrarbý, við alskins sosialum- og mentanarligum tilboðum, sigur ungdómsformaðurin hjá Miðflokkinum.
Ístaðin fyri at byggja skúlan, heldur hann, at vit eiga at fara undir eina miðvísa menning av høvuðsstaðnum við smærri verkætlanum, sum eru einfaldar at stýra, og sum at enda hevur við sær at 1200 næmingar streyma út í miðbýin í høvuðsstaði okkara hvønn skúladag.
Hann sigur, at hann hevur verið í samband við altjóða arkitektafyritøku, sum er áhuga í at fara í samstarv við Landsverk og Tórshavnar kommunu, um at flyta Miðnámsskúlarnar oman í miðbýin, har tað ber til at byggja í smáum eindum, ymsastaðir í miðbýnum so at tað, so við og við, verður ment eitt umhvørvi sum er kappingarført við lestrarbýirnar í londunum kring okkum.
LEs eisini: aktuelt.fo/lesarabrov/marknagildepilin_er_ein_bjarnatanasta