Í setanarrøðuni á ráðstevnuni var Jógvan á Lakjuni rættiliga bjartskygdur, tá tað ræður um støðuna hjá føroyskum bókmentum í alheims høpi.
- Nógv talar fyri, at tað í framtíðini fer at eydnast okkum at marknaðarføra okkara bókmentir. Vit hava dygdina, tað ektaða og eina sterka bókmentaliga siðvenju. Tað er okkara skylda at bera hesar bókmentir víðari til onnur lond, segði mentamálaráðharrin.
Hetta krevur, legði hann afturat, at vit eru virkin og seta okkum nøkur mál fyri, hvat vit vilja við okkara bókmentaliga samskifti ella bókmentaútflutningi, og at vit leggja eina ætlan fyri, hvussu vit náa hesum málum.
Kann hækka støðið
Fá mundu vera ósamd við í hesum. Men í løtuni tykist tað vera í so langt millum orðini hjá mentamálaráðharranum og veruleikan. Ein av luttakararnum á ráðstevnini, Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, vísir á, at sum er, eru týðingar av føroyskum bókum bert ein viðfáningur av útgávuarbeiði annars. Tað, sum fyrst av øllum vantar, er, at Mentamálaráðið tekur týðaraøkið í størri álvara við skapa neyðugu karmarnar við eini pengajáttan og starvsfólki, heldur hann. Hann heldur ikki, at talan nýtist verða um stórar peningaupphæddir ella um at skipa ein heilt nýggjan stovn fyri at fáa ferð á hetta arbeiði.
- Vit hava longu hollan kunnleika á økinum í Føroyum, men enn vanta røtu umstøðurnar. Eg ímyndi mær til dømis, at Mentamálaráðið setti eitt fólk, sum burturav slapp at arbeiða við at fáa markanarført og harundir týtt føroyskar bøkur til onnur mál. Tað hevði í øllum førum verið eitt stórt framstig, sigur Niels Jákup.
Bókadeidin luttekur javnan á stórum bókamessum, eitt nú í Frankfurt, har tey fyrst og fremst eru við sum keyparar. Roynt verður tó eftir førimuni at skapa áhuga hjá útlendskum forløgum og týðarum fyri føroyskum bókum. Hetta krevur tó, at neyðuga tilfarið er tókt, so sum týddir samandráttir av føroyskum bókum, presentatiónir av føroyskum høvundum o.a. Men sum er, hevur forlagið hvørki orku ella pening til at gera hetta á nøktandi hátt.
- Og tað er spell, tí týddar bókmentir eru ikki bara ein framúr góður máti at skapa áhuga fyri føroyskari mentan. Lítil ivi er um, at týðingar eisini kunnu verða við til at hækka støðið í føroyskum bókmentum sum heild. Bæði tí ein ávís úrveljing fer fram, men eisini tí avbjóðingin hjá høvundunum verður tess størri við eini breiðari lesarafjøld, sigur Niels Jákup Thomsen.
Oyramerkt játtan
Urd Johannesen, fulltrúi í Mentamálaráðnum sigur, at hóast ongin ítøkilig ætlan fyriliggur enn, er ongin ivi um, at Mentamálaráðið fer at spæla ein meir virkan leiklut framyvir í marknaðarføringini av føroyskum bókmentum uttanlands.
- Í heila tiki verður hetta økið raðfest hægri í framtíðini. Hvussu arbeiðið ítøkiliga skal skipast er ikki fastlagt enn, men ein kundi ímyndað sær, at ein játtan varð oyramerkt til týðingar burturav, sigur Urd, sum helt tað vera sera áhugvert at hoyra á ráðstevnuni, hvussu langt okkara grannalond eru komin á hesum økinum.
Broytingar og øðrvísi raðfestingar í Norðurlanda Ráðharraráðnum komandi árini hava millum annað við sær, at upphæddir verða játtaðar til týðingar av bókmentum á smáu málunum. Men hóast hetta eisini fer at skapa betri karmar fyri arbeiðinum, sum verður gjørt í Føroyum á hesum økinum, fer Mentamálaráðið ikki at sita hendur í favn og bíða.
- Tað er ongin ivi um, at vit mugu verða meir uppsøkjandi enn higartil, til dømis við at bjóða týðarum til Føroyar og í heila tikið við at pleyga tey sambond, sum eru so neyðug í slíkum arbeiði, sigur Urd.
Í løtuni verður bíðað eftir endaligu niðurstøðuni av ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum, sum síðani verður tikin við í framhaldandi arbeiðið hjá Mentamálaráðnum.