Rigmor Dam
Orð sum statskvett, ballónir, gluggapynt, formalisma og jólagáva, vóru nøkur av eyðkennunum fyri orðaskiftið um grundlógarnevnd.
Ikki minst sambandsumboðið Marius Dam var speiskur í orðunum, tá hann segði:
- Tjóðveldispolitikkur er eksponentur fyri tí mest negativa og niðurbrótandi í føroyskum politikki. Hendan deyðsfrukt veksur í Føroyum í løtuni, men ein dag fara fólk at síggja hvat ið er við at henda. Soleiðis málbar Marius Dam seg í fyrstu viðmerking sínari undir orðaskiftinum. Seinasta viðmerking hansara var at skræða uppskotið hjá samgonguni, um setan av grundlógarnevnd.
Fleiri tingmenn átalaðu gerðina, m.a. Hergeir Nielsen úr Tjóðveldisflokkinum, sum segði, at ein flokkur sum hevur tingmenn, sum ikki tora at tosa um dagsins politik, og sum ræðist tey politisku viðurskiftini, er ein ódemokratiskur flokkur. Og uppskotsstillarin Høgni Hoydal, segði seg ikki vilja viðmerkja gerðina, men bara staðfesta at spurningurin um pressufrælsi og talufrælsi eisini fór at verða ein partur av nýggju grundlógini.
Hønan og eggið
Burtursæð frá hesi ógerð, snúði kjakið seg enn einaferð um ætlan samgongunar um fullveldi. Eina løtu vóru mótpartarnir teir náttúrligu, andstøðan og samgongan, og eina aðra løtu vóru mótpartarnir innanhýsis í samgonguni. Grundleggjandi stóð ósemjan millum andstøðu og samgongu um, hvat eigur at gerast fyrst ? fyrireikingarnar ella grundlógarsmíðið. Javnaðarflokkurin segði seg ikki taka undir við uppskotinum og fýltist á, at samgongan longu nú ger eina grundlóg. Heldur átti henda at verða krúnan á verkinum, aftaná allar kanningar og fyrireikingar vóru lidnar, segði hann.
Jóanes Eidesgaard úr Javnaðarflokkinum segði, at nú samgongan ætlar at melda okkum úr ríkisfelagsskapinum, noyðist hon at smíða eina grundlóg, um ikki alt skal enda í lógloysi og anarki. Aðrastaðni í heiminum, m.a. USA, Fraklandi, Danmark og Noregi varð slík viðgerð umrødd við stoltleika og tigni. Felags fyri hesar var, at hetta var ein proses, sum hevði verið í umbúnaði í longri tíð; fyrireikingarnar vórðu gjørdar.
Búskaparligt
frælsi ella..
Kjak stóðst eisini millum samgonguflokkarnar, har Fólkaflokkurin enn einaferð staðfesti, at treytin fyri tjóðskaparligum frælsi, er búskaparligt frælsi. Høgni Hoydal úr Tjóðveldisflokkinum minti í tí sambandi á, at Fólkaflokkurin ikki verður einaráðandi, tá fullveldið er veruleikin. Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum segði, at politiski mynduleikin má megna at at halda fast við ein búskapar- og vinnulívspolitik, har málið er skattalættar og lønartillagingar. Eisini segði hann, at íslenski búskapurin má verða okkara fyrimynd, við lægri skatti, reguleraðum lønarlagi, minni almennum sektori ? samanlagt eitt lægri kostnaðarstøði. Og hann legði afturat, at um málið er verandi samfelagsbygnaður, so verður fullveldisætlanin ikki annað enn eitt tjóðskaparligt eksperiment uttan innihald og ein proklamatión uttan veruleika.
Meirlutin ræður
Um hví Javnaðarflokkurin kortini velur at fara uppí arbeiðið at gera eina grundlóg, segði Jóannes Eidesgaard, at flokkurin má taka til eftirtektar, at samgongan hevur sett sær fullveldi sum mál, hóast flokkurin ikki er samdur við hesum. Demokratiska skipanin sigur, at meirlutin ræður. Vit vilja tí brúka tíð og orku uppá, við demokratiskum amboðum, at sannføra samgonguna um at brúka skil og vísa ábyrgd. Soleiðis kunnu vit fáa bent ætlanina frá at vera ein antin-ella loysn, til eina loysn, har vit øll tora at møta morgindegnum.