Marjun Syderbø Kjelnæs vitjar á Oyrarbakka

Marjun Syderbø Kjelnæs er vorðin bæði kend og viðurkend fyri sínar bøkur, og hóskvøldið vitjar hon á Sunda Bókasavni á Oyrarbakka, har hon fer at tosa um arbeiðið við at skriva ungdómsbókina Skriva í sandin, yrkingasavnið Rót Tripp, og sjónleikin Tóm Rúm, sum verður pallsettur í 2013. Framløgan er ein hugleiðing um tað at vera rithøvundur, sum bæði er hart arbeiði og spæl.

Í 2011 fekk Marjun Norðurlendsku Barnabókavirðislønina hjá skúlabókavørðum fyri ungdómsbókina Skriva í sandin.

Tiltakið byrjar klokkan 19.00, og sum vanligt verður ein drekkamuður og eitt gott bókaprát aftaná á bókasavninum.

Kelda: Sunda.fo