Marius á Summar Festival: - Rokkur og ukulele

Vit sleppa at uppliva ein bólk í stórformi, tá rokkbólkurin Marius við smittandi gleði, góðum sangum og øðrvísi ljóðførum fer at seta sín dám á Føroya størsta festival.

- Marius er avgjørt ein tann mest sermerkti bólkurin á føroyska pallinum. Við stuttligum og lívligum tónleiki vísti Marius seg at vera eitt satt yvirraskilsi, skrivaði ummælari hjá planet.fo um framførsluna hjá Marius á Asfalt herfyri.

Oddamaður í bólkinum er Hans Marius Ziska, sum fyri nøkrum árum síðani vann føroyska umfarið í GBOB og annars er kendur frá bólkinum Flux, sum var eitt frískt lot í føroyskum tónleiki um aldarskiftið.

Umframt høvuðsmannin sjálvan er bólkurin mannaður við Brandi Jacobsen, Heðin Ziska Davidsen, Bjarka Meitel, Óla Olsen og Sveini Gaard Olsen. Teir spæla livandi rokk og tora eisini at nýta øðrvísi ljóðføri í tónleikinum – eitt nú harmoniku, ukulele og trækassatrummu.