Egningarmiðstøðin er ikki eitt mál, sum Fuglafjarðar býráð hevur umrøtt ella hevur tikið nakra støðu til, men sum skilst á borgarstjóranum, Sonna á Horni, hevur málið verið uppi og vent.
Talan er um spennandi og áhugaverdar tankar, sum enn bara eru í stoypiskeiðini.
- Tankar eru frammi um ymiskt. Ein er at byggja hetta økið við sjóvarmálan um til eitt maritimt umhvørvi, sum egningarskúrarnir - á ein ella annan hátt - kunnu gerast partur av. Vit hugsa um at gera atløgubryggju og leggja brúgvar út til frítíðarbátar á hesum øki.
Sonni á Horni sigur, at umstøðurnar hjá frítíðarbátum eru ikki nóg góðar í Fuglafirði.
- Seglskiparegatta’in í ár byrjaði í Fuglafirði í sambandi við varmakeldustevnu, og hetta tiltak eydnaðist sera væl.
Borgarstjórin vísir á, at í løtuni verður økið við Mentanarhúsið brúkt til kampingpláss, og her er pláss fyri umleið 50 kampingvognum. Á páskum vóru nógvir kampingvognar savnaðir í Fuglafirði, og hetta vísti seg at rigga óføra væl, eins og afturmeldingarnar vóru góðar.
- Jú, vit eru farin at hugsa um at skapa eitt maritimt umhvørvi her í Fuglafirði, men enn er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um, hvat vit fara at gera, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri.