Deildin hjá norska alirisanum Marine Harvest í Føroyum, Marine Harvest Faroes P/f, hevði eitt gott ár í fjør.
Ársúrslitið hjá felagnum var 210 milliónir krónur.
Nettasølan hjá felagnum var góðar 600 milliónir krónur, og úrslitið áðrenn skatt var 256 milliónir krónur. Skatturin hjá felagnum fyri 2016 er 46 milliónir krónur.
Tað vísir roknskapurin, sum er kunngjørdur á vinnuvitan.biz
Eginognin hjá felagnum er nú góðar 490 milliónir krónur. Felagið hevur einki vinningsbýti útgoldið í 2016. Síðani 2004 hevur felagið goldið sínum eigarum 129 milliónir krónur í vinningsbýti.
40 fólk starvast hjá Marine Harvest í Føroyum.
Stjóri er Hans Jákup Mikkelsen í Havn.
Í nevndini sita:
Ragnar Joensen í Hoyvík, nevndarformaður
Ernst Jacobsen í Havn, nevndarlimur
Hans Jákup Mikkelsen í Havn, nevndarlimur










