Marine Harvest Faroes 156 milliónir í yvirskoti

Harav rindar felagið 59 milliónir krónur í skatti.

Harav rindar felagið 59 milliónir krónur í skatti.

  

Marine Harvest Faroes fer at útbyggja smolstøðina á Hellunum fyri 100 milliónir krónur. Arbeiðið byrjar í summar. Smoltstøðin fer tá at megna at framleiða stór smolt, sum fara at viga 600 gram. Hetta verður gjørt fyri at minka framleiðslutíðina á sjónum og harvið betra um lívfrøðiligu støðuna hjá laksinum, minka um lúsatrýstið og smittutrýstið.

 

Marine Harvest Faroes fer at kryvja laksin á nýggja virkinum á Glyvrum. Virkið á Strondum fer at kryvja til virkið á Glyvrum er klárt, sum væntandi verður klárt 1. mars 2016.

 

– Alingin í Sundalagnum er nú skipað, og alir Marine Harvest Faroes bert í Sundalagnum Norður. Eingin aling er í miðjuni av Sundalagnum, og er hetta gjørt fyri at minka um lúsatrýstið í Sundalagnum. Í hesum sambandi hevur felagið umbýtt aliloyvið á Veðranesi við aliloyvið á Sandsvág. Nú felagið hevur fingið loyvið at ala á Sandsvág, fer felagið at gera klárt at byrja, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri á Marine Harvest í Føroyum.