Listafelag Føroya letur upp framsýning fríggjadagin tann kl. 18:30 við Snarskivuna á Vaglinum í Havn Framsýningin er opin allan juni mánað. Fríggjakvøldið 18:30-22:00 og annars, tá ið Snarskivan er opin
Meðan Marianna Mørkøre var í útbúgving innan móta í London, har fekk hon serligan áhuga fyri filmsklippi.
Við áhaldandi forvitni hevur hon granskað vanligu uppfatanina av livandi myndlist og harvið skapað einastandandi visuellar frásagnir, sum bera merki av einum eksperimentellum hugburði og ein persónligari rødd - eitt háttalag av hugbindandi myndamáli, sum festir seg í minnið.
Hetta er triðja av fimm framsýningin í ár, sum Listafelag Føroya skipar fyri. Talan eru um fimm einframsýningar, sum byrja í Havn og fara til Klaksvíkar og Tvøroyrar. Hetta verður gjørt í sambandi við, at tann 23. mars vóru tað 70 ár síðani, at Listafelag Føroya varð stovnað. Til tess at gera vart við virksemið hjá felagnum hesi mongu ár og gera tað á ein hátt, sum er til frama fyri list og listaáhugað í landinum verða framsýn¬ingarnar um alt landið.
Virksemið hjá Mariannu fevnir víða, og til hesa framsýningina hevur hon gjørt tekningar við penni, sum síðani eru screen-/hondprentaðar á prentverkstaði í Berlin.