Mariann Klein Ivansdóttir, sum eigur og rekur hárfríðkanarstovuna Royal Intercoiffure, er í hesum døgum á einum heilt serstakum skeiði í Oslo.
Talan er um Intercoiffure Nordisk Kongress, sum fer fram í norska høvuðsstaðnum í hesum døgum. Her savnast elitan innan hárfríðkarar, sum allir eru limir í eksklusiva felagsskapinum Intercoiffure.
Umframt fyrilestrar, hármótashow, ymisk skeið og annað, ið skal geva hárfríðkarunum kring heimin íblástur, skal vetrarmótin 2014 eisini finnast.
Fýra hárfríðkarar, ið aliir eru limir í Intercoiffure, eru bidnir um at menna ymisk hársnið, sum vit fara at brúka í vetur.
Millum teir fýra hárfríðkararnar eru føroyska Mariann Klein Ivansdóttir, ið sum vera man er ógvuliga fegin um at hava fingið henda møguleikan.
- Hetta hevur ótrúliga nógv at siga fyri meg. Eg eri ógvuliga glað fyri møguleikan, at eg kann veruliga vera við til at skapa altjóða hármóta. Harafturat kann hetta møguliga eisini føra til aðrar avbjóðingar uttanlands, sigur Mariann Klein Ivansdóttir.
Tað verður tó ikki fyrr enn í september mánaði, at hársniðini fyri veturin 2014 blíva almannakunngjørd, og vit síggja úrslitið av tí, sum Mariann Klein Ivansdóttir og hinir tríggir hárfríðikararnir gera júst nú.
Kollektiónin verður víst fram í París í september til eitt árligt tiltak hjá Intercoiffure felagsskapinum, ið eitur The Night of the Stars.
- Tá hittast allir Intercoiffure limir til eina røð av skeiðum og fyrilestrum. Kvøldið endar við eini stórari mótasýning, har vit skulu á pallin og vísa fram vetrarmótan innan hársnið og greiða frá. Tað plagar at vera eitt stórt show, so tað gleði eg meg sjálvandi til, sigur Mariann Klein Ivansdóttir.










