Maria vann á Janu í bestu donsku hondbóltsdeildini

Liðini hjá Rakul Wardum og Maritu Mortensen vóru fyri stórtapi

Savnsmynd: Horsens Folkeblad

Fýra føroyingalið vóru í leiki í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í kvøld. Harímillum var ein føroyingauppgerð.

 

Á heimavølli eydnaðist tað Mariu P. Nólsoy og liðfeløgunum í Horsens at vinna 29-27 á Janu Mittún og hennara liðfeløgum í Viborg. Í steðginum var Horsens eisini frammanfyri við tveimum málum, 16-14.

 

Jana skoraði tvey mál og legði upp til fýra mál (assist). Maria legði upp til tvey mál.

 

Viborg er nummar fimm í deildini við 24 stigum. Horsens er nummar átta við 14 stigum.

 

Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ taptu á heimavølli stórt 18-36 (9-17) fyri stórliðnum, Team Esbjerg.

 

Marita skoraði trý mál.

 

 

 

Savnsmynd: Horsens Folkeblad