Fýra og eina hálva stjørnu av seks
Tutl
---------
Tað er ein stuttlig kensla at fáa fordómar afturvístar. Tá tú heldur, at ein vøra – tað veri seg ein filmur, ein lenistólur, ein tvíflís ella sum í hesum førinum ein fløga – er keðilig og hevur lítið uppá seg, men hon so vísir seg at vera nógvar ferðir betri enn tað, tú hevði væntað.
Soleiðis var mín uppliving við »Wide Open« hjá Mariu Guttesen. Tá eg stóð við fløguni í hondini, var eg vís í, at tónleikurin einki fór at siga mær. Eg veit ikki heilt hví. Men Maria hevur nú ordiliga víst mær, at hon er ein stílfullur tónleikari, ið dugir at skriva løg, dugir at framføra á ljóðføri, dugir at framleiða tónleik og ikki minst dugir at syngja vakurt, kensluborið og egið.
»Wide Open« er millum frægasta føroyska gentupoppin, eg havi hoyrt higartil. Flestu løgini eru fangandi, flestu arrangementini góð, røddin er vøkur og raddarsamansetingarnar knívskornar og hugtakandi. Klaver-bygda lagið »I'm too Happy« er uttan iva tað besta á útgávuni, bæði lag, tekstur og arrangement.
Eg sakni tó eitt meira heilskapað konsept. At framleiðslan antin var ráðari og frekari ella at hon var reinari og snøggari. Í støðum, t.d í »Danged the things I Didn't Do«, blívur rútmusektiónin ov typisk og háskúla-polerað. Og í øðrum støðum, sum t.d i »8 Half Minutes« er huglagið ov fitt og pent og barnsligt til restina.
Úttrykkið kundi yvirhøvur verið meira tjekkað. Sum nú er, er Maria Guttesen ov nógv ting í senn. Hon er kul og giggut, fitt og frek, ráð og snøgg, søt og sølt. Tað eru ov nógvir mótpólar, ið skapa eitt sindur av frustratión, tá ein skal til at hugsa ordiliga um tað. Men hetta kemur tó ikki til sjóndar, um tú ikki hugsar um tað. Útgávan er perfekt sum reinur radio-poppur, og tað er eisini har, hon hoyrir heima.
»Wide Open« er ein fín fløga, ið hóskar seg væl til bakgrundstónleik uppá tann góða mátan. T.d tá tú vaskar upp, sorterar rótiskuffuna ella gert døgurða. Tað er ein samanseting av væl smakkandi tónum, ið koma væl við í flest øllum løtum, tú ert í.