Margreta drotning leggur frá sær eftir 52 ár á trúnuni

Tað var púra óvæntað, men tað er ein veruleiki.

 

Sunnudagin 14. januar fer Margreta drotning at leggja frá sær. Tað boðaði hon frá fram ímóti endanum á nýggjársrøðuni, sum hon helt fyri lítlari løtu síðani.

Hetta var 52. nýggjársrøðan, ið drotningin helt, síðani hon 14. januar í 1972 av Jens Otto Krag, sum tá var forsætismálaráðharri, varð kunngjørd at vera drotning av svalanum á Christiansborg.

Drotningin segði í kvøld, at tað var, tá ið hon var løgd undir skurð fyri trupulleikar í rygginum í februar í ár, at hon av álvara fór at hugsa um møguleikan at leggja frá sær og síðani tók støðu til, at tað verður 14. januar ella neyvt 52 ár eftir, at hon tók við sum drotning.

 

Margreta dronting leggur frá sær sum drotning 14. januar í 2024, segði hon í nýggjársrøðuni.

– Eg lati trúnuna víðari til son mín Fríðrik krúnprins, sigur drotningin.

 

Margreta drotning leggur frá sær eftir 52 ár á trúnuni

 

Margreta drotning leggur frá sær sum drotning Danmarkar og letur trúnuna víðari til sonin í januar.

 

Margreta dronting leggur frá sær sum drotning 14. januar í 2024, segði hon í nýggjársrøðuni.

 

– Eg lati trúnuna víðari til son mín Fríðrik krúnprins, sigur drotningin.

 

Drotningin er í ár skorðin í rygginum, og tað gav henni høvi at umhugsa, um tíðin ikki var komin til at lata ábyrgdina víðari til næsta ættarlið, sigur hon nýggjársrøðuni.

 

– Í februar í ár var hon undir eini umfatandi skurðviðgerð í ryggininum. Tað gekk væl, takkað verður dugnaligum heilsustarvsfólkum, sum tóku sær av mær.

 

– Skurðviðgerðin gav mær sjálvandi eisini høvi at gera mær mínar tankar um framtíðna – um ikki tíðin var komin til at lata ábyrgdina víðari til næsta ættarlið.

 

– Eg havi gjørt av, at tað er nú, at tað er rætta tíðin. Tann 14. januar í 2024 – 52 ár eftir at eg tók við eftir elskaða pápa mínum – leggi eg frá mær sum drotning Danmarkar.

 

– Eg lati trúnuna víðari til son mím, Fríðrik krúnprins, sigur, Margreta drotning.

 

Drotningin takkar síðani fyri »stóra hitan og stuðulin«, sum hon hevur fingið gjøgnum árini.

 

Hon sendir síðani eina tøkk til skiftandi stjórnir, »sum tað altíð hevur verið gevandi at samstarva við, og til Fólkatingið, sum al´tið hevur møtt mær við áliti«.

 

/ritzau/