Margreta drotning er í dag 1. jaunuar koppsett ímóti koronuvirus. Hon skal hava seinna skamtin um tríggjar vikur.
Tað upplýsir kongshúsið í tíðindaskrivi.
Drotningin helt nýggjársrøðu sína í gjárkvøldið, har hon fegnaðist um, at koppingarevnið er komið til Danmarkar.
– EIn gleði og eggjan er tað, at koppingarevnið nú er veruleiki, og at koppsetingin er farin í gongd, segði hon.
Hon eggjaði tó til varsemi komandi mánaðirnar.
– Vit skulu enn ansa eftir, tá vit eru saman, segði hon og veitti eina serliga tøkk til heilsustarvsfólk, sum hava stríðst ímóti farsóttini.
– Tey taldu ikki tímarnar ella dagarnar. Tey lættu um. Tey granskaðu við allari megi fyri at skilja sjúkuna, segði hon. Hon rætti eisini eina tøkk til starvsfólk og íbúgvar á røktarheimum kring landið.
Drotningin, sum fylti 80 ár í apríl, umrøddi eisini sína egnu føðingardagsveitslu, sum varð avlýst vegna koronu.
– Undir koronukreppuni eru nógv avlýst. Brúdleyp, konfirmatiónir og rundir føðingardagar hava vit ikki kunna hildið sum ætlað. Mín egni 80 ára føðingardagur kundi heldur ikki hátíðarhaldast, soleiðis sum vit høvdu ætlað, segði hon í røðuni.
Tey kongaligu hava eisini havt smittuna tætt at sær í 2020.
Um miðjan desember varð elsti sonur krúnpinsins, Christian prinsur, staðfestur positivur við koronu. Tað hendi eftir eitt smittuútbrot á skúlanum, har hann gongur, Tranegårdskolen í Hellerup.
Hann fór í sóttarhald á Amalienborg. Krúnprinsaparið og hini trý børnini vóru staðfest negativ fyri koronu.
Til klokkan 04:30 í morgun eru 29.483 fólk koppstett. Tað svarar til 0,51 prosent av fólkatalinum.
/ritzau/