Margit rakti plett fyrstu ferð

Í kvøld gjørdist Margit Brøndum Johannesen í Klaksvík 600.000 skattafríar krónur ríkari.

Høvuðsvinningurin í gekka-spælinum í kvøld var á 1,8 miljónir krónur.

 

Tað var Margit Brøndum Johannesen í Klaksvík, ið fekk fulla plátu og slapp at royna eydnuna.

 

Hon valdi at deila tær 1,8 miljónirnar í teir tríggjar leyparnar - við 600.000 krónum í hvørjum leypi. 

 

Tað gekk ein pinkalítil løta, áðrenn hon fekk hjólið at mala. Margit trýsti á 1-talið bæði einaferð og tveir ferðir, áðrenn hjólið fór av fetanum.

 

Men, í triðju royndini fór hjólið at mala - og tað mól passaliga væl, má leggjast aftrat.

 

Hjólið mól nevniliga so væl, at tá tað steðgaði aftur, steðgaði tað longu í fyrstu royndini á bláa leypinum.

 

Her hevði Margit Brøndum Johannesen lagt triðingin av høvuðsvinninginum, 600.000 krónur, sum nú vóru hennara.

 

- Oh, my God! Haldi, eg steðgi.... segði kvinnan úr Klaksvík.

 

Børn hoyrdust rundan um hepnu kvinnuna, og eingin ivi var um, at øll vóru ovfarin og ovurfegin. Gekka-verturin, Jensina Olsen, helt fyri, at nú máttu børnini fáa nakrar ísar í kvøld.

 

- Tað gongur kanska upp fyri tær í morgin ella í ovurmorgin, hvat tú hevur vunnið, helt gekka-verturin fyri.

 

Jensina Olsen tóktist líka so spent sum kvinnan úr Klaksvík, og hon leyp upp frá, tá hjólið steðgaði á bláa leypinum.

 

Tað var ein ógvuliga fegin, Margit Brøndum Johannesen, sum takkaði fyri góða vinningin, sum henni fall í lut í kvøld.