Marghøllin verður avdúkað í hesum døgum

Yvirskriftin kann vera villleiðandi, men hon er sonn. Dúkurin verður nevniliga tikin av marghøllini í Vági í hesum døgum.

 

Hetta er avleiðing av, at dúkurin skrædnaði í sera nógva vindinum, sum herjaði fyrst í februar. Dúkurin fór illa á tekjuni, og í uttara endanum. Nú verður so dúkurin tikin av, og bygningarnir inni í høllini, ið ikki eru gjørdir til at standa undir opnum himni, eru pakkaðir í krympiplast.

 

Enn er ikki heilt víst, nær marghøllin aftur stendur við dúki, og aftur kann hýsa tiltøkum og venjing av ymsum slag.

 

Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági sigur í stuttari viðmerking, at arbeitt verður við málinum í hesum døgum.

 

- Enn er okkurt, sum er ósvarað, men sum heild er gongd í málinum, og tað gongur sum tað skal. Ætlanin er at fáa dúk á aftur, og tað tekur einar 8-10 vikur at fáa hann, eftir at dúkurin verður bílagdur. Síðani skal dúkurin leggjast á, og tað tekur eina viku, ella so, sigur Bjarni Johansen.

 

- Alt, sum er í høllini, so sum klatriveggur og annað, verður nú pakkað inn, og vónandi gongst eftir vild, so marghøllin er klár í mai ella juni, metir Bjarni Johansen.