Margarinfabrikkin gávu frá sjavsleikarunum

Týskvøldið fekk Margarinfabrikkin í Havn ein kekk upp á 15.000 kr frá sjavsleikarum.

Hvørt týskvøld spæla eini 30 - 40 pør sjavs í kantinuni hjá Tórshavnar kommunu í gamla posthúskjallaranum. Eitt sera hugnaligt sosialt tiltak, har øll gjalda fyri seg og alt avlopið verður latið til vælgerandi endamál.


Hesaferð varð tað Margarinfabrikkin, sum fekk ein kekk upp á 15.000 kr, sum borgarstjórin Heðin Mortensen og varaborgarstjórin Bogi Andreasen, sum eisini er leiðari á Margarinfabrikkini, kvittaðu fyri.


Kelda: www.torshavn.fo