Marco Polo stongt vegna skitføri

Matstovan Marco Polo var so skitin mikudagin, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan stongdi staðið uppá staðið.

Nógvar matstovur bjóða sjálvtøkuborð á middegi, og tað er vorðið alt meira vanligt, at fólk fara út at eta í døgurðatímanum. Og tað er ein sannroynd, at góðska og prísur eru ójøvn og kappingin um kundarnar sera hørð.
Tey, sum ótu í Marco Polo mikudaginn høvdu eina óhepna uppliving, og trý teirra gjørdu ikki matari enn at ringja á Heilsufrøðiliga Starvsstovuna at kæra sína neyð, eftir eina heldur keðiliga vitjan á vesinum.
 
Stongt við brestin
Av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni verður sagt, at tey fóru beint á staðið og at har stóð somikið illa til, at tey áløgdu eigaranum Norden Manai at stongja staðið beinanvegin.
Í eftirlitsfrágreiðingini skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan, at tey hava verið á ófráboðaðari vitjan tann 1. november, vegna klagur frá fólki um, at tey eru vorðin sjúk:
Køkurin er sera skitin og ílatið við hondsápu riggar ikki. Maturin í buffetini er ikki nóg heitur. Maturin verður tiðnaður í stovuhita, og matur, ið eigur at verða goymdur á køl, stendur eisini úti í stovuhita. Goymslurnar eru skitnar og órudduligar.
Í avgerðini stendur:
Samb. §33 og 35, stk 4 í matvørulógini, verður álagt Marco Polo at lata aftur beinanvegin. Latast kann upp aftur, tá køkur og goymslur eru vaskað og ruddað (eisini amboð, íløt og kuldaskáp) og sýnd av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at bjóðast kann frá buffetini, tá trygd er veitt fyri, at maturin kann goymast við rættan hita! (hægri enn 65 stig)
Harumframt verður álagt Marco Polo at gera skrivligar mannagongdir fyri virking og goymslu av mati. Mannagongdirnar skulu verða góðkendar av Heilsufrøðiligu Starvstovuni innan 15. november 2006.
 
Sjónliga skitið
Sambært Jónhild Hermansen frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni var tað somikið greitt, at reinførið ikki var í lagi, at tey ikki mettu tað vera neyðugt at gera kanningar av matinum, ið eftir var.
- Maturin, ið fólk siga seg vera vorðin sjúk av, er etin, og tí er torført at ávísa, hvønn rætt tey eru vorðin sjúk av, sigur hon. Og hon vísir á, at tað nú er álagt eigaranum at  fáa reinføri í lagi aftur, um matstovan skal lata upp aftur.
 
Sundurkókað buffét
Ein av kundunum, sum fekk ilt í búkin og rennukatrinu aftaná vitjanina sigur, at maturin, sum var á sjálvtøkuborðinum var beinleiðis ólekkur.
- Har vóru eini fýra samankókaðir rættir, sum vóru so útkókaðir, at kjøtið ikki var í bitum longur, men trevsuttir slintar, eins og long hár, í einari slímutari lunkaðari sovs. Tað bar ikki til at síggja mun á grønmeti og kjøt, men okkurt purruskapilsi var í øllum rættum. Alt smakkaði av sama kryddi, men litirnir vóru ymiskir. Á hinari síðuni stóðu tríggjar lunkaðar sovsir, og eitt stórt fat av teimum allar bíligastu høsnarungabitunum, har ein fær 2 kilo fyri 20 krónir. Høsnarungabitarnir vóru so nógv stoktir, at ongin munur var á kjøti og beinum, sigur kundin, sum hevði vaml restina av degnum.

--




<font size="3">Úr frágreiðingini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.</font>




 <?xml:namespace prefix = o ns = """urn:schemas-microsoft-com:office:office""" /><o:p></o:p>




Av átta ymsum rættum á buffetini hjá Marco Polo mikudagin, var tað bara hakkibúffurin, sum hevði neyðuga hitan og sum kundi góðkennast.




Sostatt kundu sjey av átta rættum ikki góðkennast. Tað er nóg ringt í sjálvum sær, men í køkinum var heilt galið.




Hondsápuílatið var tipt. Eplarestir frá degnum fyri vóru á borðinum. Hillar, borðbein og ein veggur vóru skitin. Tað sama var eitt rívijarn og ein bolli, sum lá í einum mjølsekki. Haraftrat lógu tvær steikir á borðinum og vóru tær máldar at vera 24 stig heitar. Ein heimagjørdur dressingur stóð í spannum uttan at vera á køl. Eitt køliskáp var eisini skrásett sum skitið og at tað luktaði.




Í kjallaranum var skilið ikki betri. Eitt køliskáp var 14 stig heitt. Har lógu høsnarungar og tiðnaðu í eini balju á gólvinum, og í eini frystiboks lógu óinnpakkaðar pannukøkur og ráir búffar hvørt um annað.