- Tað er ein stór ósemja, ið er ger tað ógjørligt hjá okkum at finna eina loysn. Sáttmálin við Diego Maradona verður ikki endurnýggjaður. Ongin er blivin koyrdur, tað er bara ein sáttmáli, ið ikki er endurnýggjaður. Størsti trupulleikin er setanin av hjálparfólki hjá Maradona, sigur ein talsmaður fyri argentinska fótbóltssambandið.
Diego Maradona, ið tók við sum landsliðsvenjarin í oktobur í 2008, fekk bjóðað ein nýggjan fýra-ára sáttmála, men tað var kravið frá honum um, at øll hjálparfólkini hjá honum skuldu halda fram, ið ósemja var um.
- Maradona gjørdi tað alt ov torført fyri okkum. Hann avvísti øllum broytingum og tað er ikki rættvíst, sigur Luis Segura úr argentinska fótbóltssambandinum.
Diego Maradona kom fyri nógvum ákoyringum áðrenn, undir og eftir HM endaspælið í Suðurafrika. Aðrir limir í argentinska fótbóltssambandinum halda lítið um manglandi evnini hjá Maradona at verða eyðmjúkur, tá tað kemur til at eftirmeta HM endaspælið. Maradona var heldur ikki mjúkur at strúka hjá okkum, tí hann helt nemmiliga fyri, at ein av orsøkinum til at millum annað Frakland kláraði seg so illa í HM endaspælinum var, at teir vóru í bólki við so vánaligum fótbóltstjóðum sum Føroyum.
Hartil má so sigast, at tað er sjálvdan at lið í okkara HM undanbólki hevur klárað seg væl í endaspælinum. Undantakið er hinvegin akkurát Frakland, ið kom í finaluna fyri fýra árum síðni, eftir at hava vunnið okkara bólk í undan kappingini.










