Hóast tveir 2-0-sigrar á rað, móti ávíkavist Chile og Venezuela gremur Maradona seg nú yvir argentinska landsliðið. Gamla heimssjtjørnan ? og eigarin av ?Guðs hond? ? líkar ikki spæliháttin, ið landsliðsvenjarin, Alfio Basiles, nýtur.
- Eg eri ikki nøgdur við liðið. Eg eri troyttur og keði meg yvir at síggja teir spæla bóltin aftur eftir vøllinum í tíð og ótíð, segði Maradona fyri argentinskum sjónvarpi, fríggjadagin.
- So fær Riquelme bóltin og spælur hann aftureftir, og so fær Mascherano bóltin og spælur hann aftureftir. Tað er ikki gott nokk. Um vinnast skal móti Týsklandi ella Brasilia við 2-0 í eini finalu, so er tað í lagi, men ikki í slíkum dystum, segði Maradona. Hann legði afturat:
- Eg eri hampuliga væl nøgdur við tey seks stigini, men so heldur ikki meira enn tað.
Argentina liggur í oddinum av teirru suðuramerikonsku HM-kvalifikationskappingini frammanfyri Brasilia og Paraguay, ið bæði hava fýra stig. Øll lið hava spælt tveir dystir.