Manskór Reykjavíkar vitjar í Føroyum og hevur tríggjar konsertir í jólaføstuni. Tann fyrsta konsertin verður leygardagin 1. desember kl. 17 í Christianskirkjuni í Klaksvík Sunnudagin 2. desember verða tvær konsertir, ávikavíst kl. 16 og 19, í Vesturkirkjuni í Havn. Kórið syngur advents- og jólaløg, men síðan 1993 hevur tað mest sum á hvørjum ári havt eina tílíka jólaføstukonsert í Hallgrímskirkjuni í Reykjavík. Tveir av sangarunum, Ásgeir Eiríksson og Sveinn Dúa Hjørleifsson, syngja solo, og haraftrat spæla trompetleikararnir Ásgeir Steingrímsson og Eiríkur Ørn Pálsson saman við kórinum. Lenka Matéova hevur urgufylgispælið, og kórleiðari verður Fríðrik S. Kristinsson
Manskór Reykjavíkar varð stovnað 2. januar 1926. Stigtakari var tónaskaldið Sigurður Þórðarson, ið var kórleiðari í samfull 35 ár, og haraftrat hevur ein annar, kendur kórleiðari, Páll Pampichler Pálsson, verið kórleiðari hjá Manskóri Reykjavíkar í umleið 25 ár. Friðrik S. Kristinsson, hevur havt leiðsluna um hendur síðan 1991. Aftrat hesum trimum hevur kórið havt fleiri aðrar leiðarar eitt bil.
Einki íslendskt kór hevur verið so víða sum Manskór Reykjavíkar, og tað hevur havt framførslur í mest sum øllum heimspørtum, eitt nú í Kina.
Kortini vilja fleiri av sangarunum vera við, at Føroyaferðin 1995 stendur eftir í minninum, sum nakað heilt serligt. Føroyingar vóru avbera fegnir um framførslurnar, og kórlimirnir ásannaðu, at frændur teirra, føroyingar, eru gestablídnir sum fáir. Manskór Reykjavíkar gleðir seg tí til at koma aftur til Føroya og vónar, at nógvir føroyingar koma at lurta.