Tað heldur Eyðgunn Samuelsen, sum er partur av meirilutanum í fíggjarnevndini, sum mælir til at samtykkja uppskotið um manntal, sum hevur aðru viðgerð í morgin. Javnaðarkvinnan vísir aftur, at uppskotið stríðir við ST-sáttmálan, sum skal fólki við breki, so sum bæði Jørgen Niclasen, Bill Justinussen og ein løgfrøðingur á Løgtingsskrivstovuni hava víst á.
Sambært Eyðgunn Samuelsen hevur fíggjarnevndin fingið trygd fyri, at teir spurningar, sum eru um brek, eru gjørdir í samstarvi við áhugafeløgunum hjá teimum brekaðu.
Tey høvdu einki hava ímóti, at spurningarnir verða settir.
- Tvørtur ímóti, ynsktu tey, at man spurdi meira inn til hasi viðurskiftini, sigur Eyðgunn Samuelsen, sum leggur afturat, at spurningarnir í spurnarblaðnum, sum øll húksi fáa, meira leggja upp til persónligar metingar hjá tí einstaka heldur enn læknafrøðiliga dokumentatión um brek og sjúku.
Bæði Jørgen Niclasen og Birita Ludvíksdóttir, nevndarskrivari og løgfrøðiligur ráðgevi, vísa á, at uppskotið, sum áleggur øllum føroyingum at svara spurnarblaðnum, eisini stríðir við artikul 8 í evropeiska mannarættindasáttmálan um at virða privat- og familjulívið.
Hesum vísir Eyðgunn Samuelsen aftur við teirri grundgeving, at tílík lógarkrøv eru í øllum hinum norðanlondunum.
- Tað er jú so týdningarmikið, at júst øll svara fyri at hesi hagtølini skulu kunnu nýtast til nakað, sigur Eyðgunn Samuelsen við Rás 2.