Manningarnar íslendskar men skatturin fer til Føroya

Hóast íslendingar manna øll størvini umborð á teimum seks farmaskipunum, sum sigla millum Ísland og evropeiska meginlandið, eru manningarnar roknaðar sum føroyskir løntakarar og rinda skatt í Føroyum. Tað skrivar Morgunblaðið í dag.

Blaðið vísir á, at tey fýra skipini hjá felagnum Eimskip eru skrásett í Antigua og Barbuda í Karibiska Havinum, og at tey bæði skipini hjá felagnum Samskip eru skrásett í FAS.

Manningarnar rinda 37 prosent í fløtum inntøkuskatti í Føroyum, men reiðaríini fáa 28 prosent aftur frá tí føroyska landskassanum. Á tann hátt spara reiðaríini nógv í lønarútreiðslum, og føroyski landskassin hevur tey sjey prosentini eftir umframt inntøkur av, at skipini eru skrásett í FAS, skrivar blaðið.

Í Morgunblaðnum í dag kemur fram, at ein lóg sum eina altjóða skipaskrá í Íslandi hevur ikki virkað.