Tað eru menninir, sum fara við nógv tí størsta partinum av vøkstrinum, sum er í samfelagnum.
Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.
Hagtsovan staðfeastir, at higartil í ár eru 5.156 milliónir krónur útgoldnar í lønum í Føroyum. Tað eru 308 milliónir krónur fleiri enn sama tíðarskeiði í fjør, og sostatt er talan um eina framgongd á 6,4 prosent.
Tann stóri vøksturin í ár, er í framleiðsluvinnunum. Hagstovan vísir á, at í fiski- og alivinnuni er ein milliard útgoldin í lønum í ár, og tað eru 133 milliónir ella 15,2 prosent, meiri enn í fjør.
Byggivinnan hevur eisini trivaliga framgongd, tí higartil í ár eru 8,8 prosent meira útgoldið í lønum í byggivinnuni. Hinvegin er vøksturin í tænastuvinnunum meira hóvligur, tí har er talan um ein vøkstur ímillum 3,5 prosent og 3,8 prosent.
Framleiðsluvinnan er fyri ein stóran part mannfólkayrki og uppgerðin hjá Hagstovuni vísir eisini, at tað er menninir, sum fara við vøkstrinum.
Sum áður nevnt, eru lønargjaldingarnar higartil í ár, 308 milliónir høgri enn í fjør. Av hesum eiga menninir tríggjar fjórðingar, 236 milliónir, og kvinnurnar eiga ein fjórðing, ella 72 milliónir, sigur Hagstovan.