Mannbjørn roynir seg í Manhattan

Mannbjørn er ikki nýggjur í garði, tí hann hevur eftirhondini spælt nógv í Klaksvík, har hann hevur fingið sera góð ummæli.

Nú verður 25-ára gamli klaksvíkingurin Mannbjørn Antoniussen tískil eisini at hoyra í Manhattan bæði fríggjakvøldið 30. mai og leygarkvøldið 31. mai.

 

Ein trubadur sum við sermerktari rødd fer at undirhalda - og tað verður ivaleyst sera spennandi.