Mannarættindi í Russlandi

TíÐindaskriv frá Amnesty International

Russiska sambandsríkið: Gíslatøkan í sjónleikarhúsinum er enn eitt dømi um manglandi virðing fyri mannarættindunum.
Amnesty International almannakunnger í dag eina frágreiðing um mannarættindabrot í Russlandi. Samstundis fordømir felagsskapurin gíslatøkuna í einum sjónleikarhúsi í Moskva og sigur, at hetta er enn eitt dømi um, hvussu skammiliga mannarættindini hjá vanligum fólki verða vanvird í russiska sambandsríkinum.
Meðan tjóðin syrgir um sorgarleikin, tók Irene Khan, aðalskrivari í Amnesty International undir og segði: »Eg syrgi um offrini og veiti syrgjandi familjunum og teimum, sum vóru likamliga og sálarliga særd av tilburðinum mína djúpastu samkenslu.«
Hon vísti á, at stríðið í Tjetjenia longu hevði kravt stór tap. Hon bað inniliga myndugleikarnar um at verja mannarættindini hjá øllum borgarum, bæði russarum og tjetjenum.
102 síður stóra frágreiðingin hjá Amnesty International The Russian Federation: Denial of Justice?, sum í dag (týsdagin 29. oktober) verður almannakunngjørd í Moskva, vísir á umfevnandi mannarættindabrot í Russlandi. Hon vísir, hvussu offrunum verður noktað rættvísi, og hvussu tey framhaldandi eru útsett fyri nýggjum mannarættindabrotum. Tey, ið fremja brotsgerðirnar, sleppa vanliga snikkaleys og kunnu aloftast halda fram við sínum brotum.
Hetta er fyrsta átakið móti Russlandi, og Amnesty International krevur, at tað beinanvegin verða gjørd tiltøk fyri at berja niður týðandi mannarættindabrotini í Russlandi..
»Tann ræðuliga gíslatøkan í sjónleikarhúsinum í Moskva er ein ræðandi áminning um óloystu støðuna í Tjetjenia. Vit hava fordømt hesa kriminellu atgerð sum eitt vanvirðiligt mannarættindabrot«, segði Irene Khan.
»Hendan hópgíslatøkan er enn eitt skammiligt mannarættindabrot, íbirt av einum stríði, sum hevur viðført stóra sorg og líðing hjá øllum, tað hevur rakt, í einum landi, har mannarættindabrot eru vanlig, og uppreisn fyri tey sjáldan kemur fyri«.
Tá ið fólk runt um í heiminum hugsa um mannarættindabrot í Russlandi, hugsa tey um Tjetjenia. Men tað tey fægstu vita er, at tað sama sum sermerkir tjetjenisku støðuna: at tey seku sleppa órevsaði, tíverri gjøgnumseyrar alla kriminal- rættarskipanina í Russlandi.
Frágreiðingin hjá Amnesty International (Denial of Justice) vísir á mannarættindabrot í øllum landinum. Hesi umfata píning á politistøðum; ræðuligar, ómenniskjaligar og vanærandi umstøður í yvirfyltum fongslum, full av sjúkum; rasistiskan yvirgang móti etniskum og religiøsum minnilutum og fremmandum; burturflytingar, »hvørvingar« og píning, herundir neyðtøkur.
»Ein oyðileggjandi ringur av mannarættindabrotum finnst í Russlandi í dag. Um Putin, forseti, ynskir at fremja leiklutin hjá Russlandi sum stórveldi, má hann byrja við at tryggja øllum í Russlandi veruligt rættvísi og rættindi«, segði Irene Kahn.
»Í hesi avgerandi løtu í søgu Russlands, má Putin, forseti, vísa altjóða politisk leiðaraevni og ikki gera somu mistøk sum vestanfyri: at skerja mannarættindi fyri at berja niður altjóða terrorrismuna.«
»Putin, forseti, má ikki nýta stríðið móti terrorismuni til at sleppa undan at konfronterast við sýtanina av rættvísi, sum seyrar gjøgnum alt tað russiska samfelagið«, segði hon.
Amnesty International kemur við mongum tilráðingum um, hvussu støðan skjótt kann betrast og vendir sær bæði til russisku myndugleikarnar og altjóða samfelagið fyri at taka undir við teimum. Tær umfata viðtøku av eini serligari revsilóg fyri harðskap í heimunum, stovnanina av einum óheftum stovni, sum skal kanna, hvussu ofta og hvar píningar koma fyri, og broytingar í skipanini við passum og skrásetingum, tí núverandi skipan elvir til skipaða diskriminering.
Í frágreiðingini verður sagt frá fleiri persónum, sum hava verið fyri mannarættindabrotum. Hetta er ein teirra.-
Marina T. varð steðgað av ferðslupolitinum í Yaroslavl 5. mars 1999, og tá teir hildu hana vera fulla, tóku teir hana við til eina avrúsingardeild. Tá hon var komin hagar, noyddu tríggir politistar og ein lækni hana at lata seg úr øllum, smekkaðu høvdið á henni móti einum veggi og slógu hana í andlitið. Hon sigur, at hon varð dragsað eftir hárinum inn í rúmið við síðuna av, har hon varð neyðtikin av fýra monnum. Undir rættarviðgerðini morgunin eftir sigur Marina T, at hon royndi at greiða dómaranum frá píniningini, men at hann avbreyt hana og ákærdi hana fyri at hava brúkt seg móti politistunum, áðrenn teir tóku hana. Marina T. kærdi, og tvey ár seinni undir endaligu rættarviðgerðini kom rætturin til ta niðurstøðu, at ein av politistunum við vilja hevði gjørt seg inn á hana og meinslað hana, men hann varð beinanvegin náðaður og leyslatin aftur.
Tveir aðrir politistar fingu treytaðan dóm og mistu rættin til at arbeiða sum politistar í tvey ár. Verjin hjá Marini T. hevur vrakað niðurstøðuna og rættarmálið heldur fram.